Stutt um framleiðsluna

Sýni 1 er týdd og tillagað úr norskum. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað upprunaføroyska tilfarið 

Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen hava ritstjórnað Dýpi 1.

Dorit Hansen er ábyrgdarritstjóri fyri sBókaheildini.

Stutt um innihaldið

Sýni & Dýpi 1 er ein sBókaheild við tveimum sBókum, sum eru ætlaðar lærugreinini føroyskum á C-stigi. 

Umframt ástøði og kunning um mál, samskifti og tekstsløg og nógv dømi um ymisku tekstsløgini eru eisini:

  • 102 fagurbókmentaligir tekstir
  • 14 yrkistekstir
  • 74 tekstbrot
  • 1123 uppgávur
  • 8 greiningarfrymlar
  • 8 verkstovur
  • 140 myndir
  • 55 filmsbrot
  • 70 ljóðupptøkur (upplestur, sangir o.a.)

Stutt um miðilin

Ein sBók er ein sjálvstøðug talgild útgáva, sum sambindur bók og net og tekur tað besta úr báðum miðlum.  Les meira í sBókini um sBókina ella í sKunning.

ISBN: 9789991822020. Upphavsrættur: Nám 2014, Gyldendal Norsk Forlag A/S 2009