Innihald

Dýpi 1 er sett saman av tekstum, greiningarfrymlum, frágreiðingum og arbeiðsuppgávum. Tekstirnir eru stuttsøgur, sjónleikur, yrkingar, skaldskapur av manna munni, myndir, lýsingar og yrkistekstir. Til hetta fyrsta árið eru tað einamest føroyskar bókmentir, ið eru umboðaðar, og tær eru ætlaðar at vísa bæði breiddina og dýpdina í føroyskum skaldskapi.

Tekstirnir eru í ávísan mun valdir út frá einum bókmentasøguligum sjónarhorni, soleiðis at næmingarnir fáa hylling á varðar í føroyskum bókmentum. Stórur dentur er kortini lagdur á nýggjari bókmentir, sum viðgera spurningar, ið eru viðkomandi fyri ung, og sum víðka sjónarring teirra. Miðað hevur verið eftir at funnið hóskandi og viðkomandi tekstir á ymiskum torleikastigum, ið skrivaðir eru av bæði  kvinnum og monnum. Ein týðandi fortreyt fyri úrvalinum av tekstum er eisini, at teir ikki eru prentaðir í skúlabókum seinastu árini.

Tekstirnir skulu fyrst og fremst nýtast í byrjanarundirvísingini sum tekstir í sjálvum sær og eru sostatt valdir, tí teir eru væl egnaðir at greina og tulka, og tí teir kunnu vekja áhugan hjá næminginum fyri at lesa. Teir eru settir saman soleiðis, at tað er ein ávísur stigvøkstur í hvørjum parti, soleiðis at byrjað verður við lættari tekstum og hildið verður fram við meira torskiltum.

Til hvønn tekst er stutt kunning um høvund, lívsskeið hansara og høvuðseyðkenni fyri ritverk høvundsins umframt upplýsing um, nær viðkomandi tekstur er skrivaður. Hetta seinasta, tí vit halda, at tað er av stórum týdningi, at næmingurin beinanvegin fær kunnað seg um, hvørjum tíðarskeiði teksturin er vorðin til í.

Síðani eru frágreiðingar um orð og fyribrigdi, sum vit meta, at næmingarnir ikki kenna. Vit halda, tað er av týdningi fyri fatan og uppliving av tekstunum, at næmingurin fær hesar frágreiðingar so hvørt, sum lisið verður.

Yrkistekstirnir eru savnaðir um trý høvuðstemu: Fólkaræði og kjakmentanFerðing og fráflytingKærleika og kynslív. Hesi eru vald, tí tey hava almennan áhuga í longri tíðarskeið. Miðað hevur verið eftir at hava fleiri ymisk sløg av yrkistekstum.

Til nakrar av tekstunum eru knýttar myndir, ið kunnu greinast og tulkast saman við tekstunum, og sum eisini kunnu viðgerast  fyri seg. Til aðrar tekstir eru dýpandi brot úr filmi, tónleiki, samrøðu umframt upplestur.

Nýtsla

Tekstirnir til hvørt tekstslag standa saman, og hvør partur byrjar við greiningarfrymli til júst tað tekstslagið. Hetta er tí, at høvuðsendamálið við bókini er at læra at greina og tulka bókmentir.

Byrjað verður við stuttsøgum, og hesin frymilin kann eins væl nýtast til skaldsøgur, sum eisini er ein partur av bókmentaundirvísingini á miðnámi. 

Frymlarnir eiga sum høvuðsregla at verða nýttir sum stuðul í greining og tulking av tekstum, og ansast má eftir, at teir ikki stýra viðgerðini.  Frymlarnir eru settir upp soleiðis, at tað gerst greitt, at øll hugtøk ikki skulu nýtast til allar tekstir Hinvegin er galdandi bæði í munnligari og skrivligari greining, at vit altíð skulu greiða frá tekstinum, taka samanum og perspektivera. Uppsetingin vísir eisini á, at frymilin ikki skal nýtast í ávísari raðfylgju.

Arbeiðsuppgávur eru gjørdir til hvønn tekst. Tær eru ætlaðar sum íblástur til lesnaðin og arbeiðið við tekstunum. Umframt hesar uppgávur er ætlanin, at hugtøkini í frymlunum skulu nýtast til allar tekstir.

Samband millum tekstirnar

Nakrir tekstir hava millumtekstasamband ella felags tema. Hesir tekstir kunnu bæði lesast hvør sær og sum tematisk heild. Ætlanin við hesum er millum annað at vísa á, at tekstir kunnu hava samband sínámillum og vera kveikjandi fyri, at nýggir tekstir verða skrivaðir. Søgurnar kunnu viðgerast óheftar av hvørji aðrari, men til ber eisini at leggja dent á tematisk sambond millum ávísar tekstir.

Til tekstslagið stuttsøgur kunnu felags temu t.d. vera:

Vald og kúgan: "Ivin" og "Glasbúrið". 

Ósagda øðin: "Tigandi vitni" og "Tað er tann kostur, ið mær dámar".

Trilvandi menning: "Fjarur og følin" og  "Ein lítil poetisk søga um Tórir og Sólvá".

Í yrkingapartinum er tema um kríggj felags í "Hevur tú hómað" eftir T.N. Djurhuus, "Hvíta náttin" eftir Karsten Hoydal og "tekstur um okkara tíð" eftir Róa Patursson.

Millum tekstsløgini er t.d. millumtekstleiki í "tekstur um okkara tíð" eftir Róa Patursson, sum sipar til "Hákun í Noregi" eftir J.P. Gregoriussen og "Tindarnar" eftir Hans Andrias Djurhuus. Stuttsøgan "Einsamallur á Lítlu Dímun" eftir Heðin Brú sipar til søgnina "Maðurin, ið var ettir í Lítlu Dímun", og Carl Johan Jensen byggir á skjaldrið "Kelling liggur í durum deyð" í "Ábyrgd liggur í durum deyð". 

Undirvísingargongdir

Í ársætlanini skal kunnast um undirvísingargongdir fyri hvørt skúlaár. Hóskandi er, at eitt undirvísingarár fevnir um á leið tríggjar til fimm undirvísingargongdir í hvørjari lærugrein.

Tilfarið í hesi bók kann verða brúkt til undirvísingargongdir sum t.d.:

  • Innleiðsla í tekstagreining, har frymlarnir og nakrir fáir tekstir til hvørt tekstslag verða lisnir.
  • Innleiðsla í stuttsøgugreining, har frymil og stuttsøgur verða viðgjørd. 
  • Innleiðsla í yrkingagreining, har frymil og yrkingar verða viðgjørd.
  • Skaldskapur av manna munni, har tekstsløg og tekstir í bókini verða lisin og viðgjørd.
  • Tjóðskaparskaldskapur, har tjóðskaparyrkingar og sjónleikurin verða lisin saman við øðrum tekstum og bókmentasøguligum tilfari.
  • Sálmar, har ástøði og sálmar í bókini verða lisnir saman við møguligum øðrum tilfari. 
  • Temu sum kríggj, kærleiki og ferðing, har ymisk tekstsløg í bókini kunnu verða umboðað, eins og aðrir tekstir kunnu leggjast afturat.
ISBN: 9789991822020. Upphavsrættur: Nám 2014, Gyldendal Norsk Forlag A/S 2009