Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Viðkomandi førleikamál

Pieter Brueghel: Bábelstornið, 1563

Pieter Brueghel: Bábelstornið, 1563

TALAÐA MÁLIÐ

Næmingurin dugir:

  • at orða seg málsliga rætt, greitt og fjølbroytt í mun til samskiftisstøðuna
  • at nýta ymiskar samskiftishættir í samrøðu, orðaskifti, fyrilestri, framløgu, leiklist og við pallborð
  • at nýta viðkomandi og sakliga próvgrund í kjaki og vera opin fyri próvførslum hjá øðrum
  • at nýta kunnleika úr øðrum lærugreinum í samrøðu og orðaskifti um evni, sum eru knýtt at skúla, samfelag og arbeiðslívi

SKRIVAÐA MÁLIÐ

Næmingurin dugir:

  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • at skriva ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • at orða seg málsliga rætt, greitt í ymiskum málsligum stíllegum við fjølbroyttum orðfeingi

MÁLKUNNLEIKI

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá staðbundnum málføramuni í føroyskum og vísa á aðrar málmunir, eitt nú aldurs- og samfelagstreytaðar málmunir

Kelda: Námsætlan fyri føroyskt á C-stigi

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991822020. Upphavsrættur: Nám 2014, Gyldendal Norsk Forlag A/S 2009